Faklig ráðgeving. Tryggar loysnir.

Vit veita byggitøkniliga ráðgeving, húsaskoðan og byggiharraráðgeving til privat og vinnu.

Samband

Um okkum

Byggitøknilig ráðgeving við støði í tínum tørvi

sp/f Byggiverkfrøði er ein føroysk ráðgevarafyritøka við serkunnleika innan bygging og byggitøkni.

Vit ráðgeva privatfólki, fyritøkum og byggiharrum í øllum stigum av einari byggiverkætlan – frá fyrstu ætlan til liðugt verk.

Við fakligari vitan, greiðum samskifti og praktiskum royndum arbeiða vit fyri at finna loysnir, sum eru væl umhugsaðar, haldgóðar og lagaðar til tørvin hjá kundanum.

Tænastur

Ráðgeving

Vit veita byggitøkniliga ráðgeving í sambandi við nýbygging, umbygging og umvæling. Vit hjálpa tær at finna røttu loysnina – frá fyrstu ætlan til liðugt verk.

Húsaskoðan

Vit gera húsaskoðanir í samband við sølu og keyp av ognum. Vit gera eisini fakligar skoðanir av húsum og bygningum og meta um stand, brek og møguligan tørv á ábótum. Tú fært eina greiða og óhefta meting at taka støði í.

Byggiharraráðgeving

Vit ráðgeva og umboða byggiharran frá ætlan og projektering til útboð, bygging og avhending. Endamálið er at tryggja eina væl skipaða verkætlan við røttum loysnum, dygd og kostnaði.

Samband

Set teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar ella hevur brúk fyri ráðgeving.